Hetta sigur Hjarnar Djurhuus, stjóri í BP í Føroyum. BP hevur í hesum døgum lýsing í bløðunum, har biðið um um tilboð at taka sær av tilbúgvingini móti oljudálking í sambandi við boringna. Hetta er so bara ein av teimum mongu sáttmálunum, sum gerast skulu við fyritøkur, ið arbeiða í oljuvinnuni, áðrenn farið verður undir at bora á landgrunninum.
Hjarnar Djurhuus er væl vitandi um, at boripallurin teir skulu brúka í summar, hevur verið tarnaður av ringum veðri, nú borað hevur verið hinumegin markið. Aftrat hesum kemur so vanlukkan við veitingarskipinum Bourbon Dolphin, sum fyrst koppaði og síðani sakk á borileiðini skamt frá markinum.
Hóast hesar sannroyndir, so arbeiðir BP kortini út frá síni upprunaligu ætlan, nevniliga at boripallurin Transocean Rather verður klárur at bora Williambrunnin í summar. Tað er so einki óvanligt í tí, at tað kann taka longri tíð at gera ein boriuppgávu lidna enn ætlað, áðrenn ein pallur kann fara undir tí næstu uppgávuna.
Transocean Rather var júst við at fara undir at bora tann næsta av trimum avmarkingarbrunnum á Rosebankleiðini, tá óhappið við veitingarskipinum hendi. Tað er enn ógreitt, um hetta óhappið fer at seinka boriætlanina enn meira. Higartil hevur ringt veður seinkað boriætlanina nógv, men ilt er at meta um, hvussu fer at gangast við írestandi brunnunum. Gongst væl at bora ber eisini til at innheinta seinkanina aftur.
Seinking av boring hinumegin markið kann gera, at BP ikki fær boripallin fyrr enn í heyst ella vetur, og tað kann í ringasta føri hava við sær, at BP sleppur ikki í gongd fyrr enn næsta ár. Hóat henda iva, so arbeiðir BP tó miðvíst fram ímóti at seta borin í í summar.