Breið semja í Sands bygdarráði

- Hetta verður seinasta setan hjá mær í kommunustýrinum á Sandi, sigur Brandur Sandoy, sum í kvøld er afturvaldur til borgarstjóra í Sands kommunu.

- So varð úrslitið av telvingini heima á Sandi alment. Breið semja er í kvøld gjørt millum lista A og lista C um samstarv komandi valskeið.

 

Tað veit Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, at siga beint nú.

 

Hann vísir á, at viljin til samstarv hevur verið framúr, og hann rósar øllum kommunustýrislimum í komandi stýri fyri góðan innsats og vilja at geva seg fyri at náa semjum.

 

- Borgarstjórin komandi fýra árini eitur enn sum áður Brandur Sandoy, og varaborgarstjórin eitur enn sum áður Eyðvarur Petersen. Somuleiðis eru nevndirnar í kommununi skipaðar.

 

Brandur Sandoy væntar, at komandi valskeið fer at verða tað mest avbjóðandi valskeiðið í nýggjari tíð, har sandoyingar skulu fyrireika seg at taka ímóti tunlinum.

 

- Á fundinum í kvøld nýtti eg eisini høvið at boða frá, at hetta verður seinasta setan hjá mær í kommunustýrinum á Sandi. Tá fýra ár aftrat eru farin, havi eg sitið sum borgarstjóri í 11 ár, og tá haldi eg, at onkur annar skal sleppa at royna seg.

 

Brandur Sandoy vísir á, at valdið skal umsitast við skynsemi, og hann heldur tað ikki vera rætt at halda fast við valdið, so eingin annar skal sleppa framat.

 

- Heldur má tað vera hugurin at skapa og arbeiða fyri kommununar frama sum er drívmegin. Hetta verður spennandi, leggur borgarstjórin, Brandur Sandoy, aftrat.