John Vidal, sum fyrr hevur skrivað um hvalaspurningin og eitt nú hevur roynt at lýsa norsku sjónarmiðini í hvalamálinum setti sær herfyri fyri at greiða lesarum sínum frá grindamálinum.
-Tað hevur alla tíðina verið ætlan mín at dekka málið frá báðum síðum, sum jú eisini er uppgávan hjá okkum journalistum sigur ein fryntligur og vinsælur John Vidal í samrøðu við Sosialin.
-Eg fari at heita á tykkum sum blað um at hjálpa mær í land vóru orð hansara, tá blaðið tosaði við hann leygardagin.
John Vidal fór umborð á Ocean Warrior í Lervick. Ætlanin var so at viðgera sjónarmiðini hjá teimum umborð fyri síðani at fara í land í Føroyum fyri at fáa føroysku sjónarmiðini. Men tað vildi so illa til, at løgreglan í Føroyum vildi bert loyva journalistum við altjóða pressukorti í land. John hevði einki slíkt. -Eg havi ferðast í so mongum londum, og ongastaðni havi eg havt trupulleikar av hes-um slag sigur hann. Ongastaðni hevur slíkt pressukort verið nakað krav fyri at koma inn í landið, tí ørkymlar tað hann, at tað nettupp í Føroyum skal liggja slíkt órímuligt krav.
-Eg havi mítt bretska pressukort og eg havi pappír , sum prógva, at eg arbeiði hjá The Guardian.
Mánakvøldið hendi so tað, at fleiri av journalistunum frá Watson-skipinum komu í land í Havn og í Vestmanna. John Vidal vildi ikki vera ?gísli? umborð longur og tók ?tjansin? at fara í land við gummibáti. Men løgreglan var fyri honum í Vestmanna og hann var tikin á støðina.
Áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár hevði Sosialurin samband við bretska blaðmannin. John Vidal var í góðum hýri og bíðaði eftir, at løgreglan ella rættur skuldi fáa borið so í bandi, at hann kundi gera sítt journalistiska arbeiðið liðugt.
-Eg vil fegin sleppa at tosa við føroyingar og greiða frá teirra sjónarmiðum um hetta málið, soleiðis at lesarar okkara fáa søguna frá báðum síðum sigur hann við Sosialin.
John Vidal sigur annars, at hann er rættiliga skelkaður av at kenna seg skýrdan sum terrorist, nú hann ikki kundi fáa loyvi at koma í land av skipinum.
-Er hetta tað føroyingar vilja hava meg at skriva? Eg vil sleppa at siga tykkara søgu, og tað er m.a. tí eg eri komin higar. Eg havi bílagt mær ferðaseðil við flogfarinum, so tað hevur ongantíð verið meiningin at vera við skipi Watson alla tíðina. Ætlan mín var at vera tveir dagar umborð og tveir dagar í landi.
John Vidal er høgt virdur journalistur í Bretlandi. Hann hevur fleiri ferðir fingið virðirslønir fyri síni journalistisku avrik.