Broytingar og avlýsingar mánadagin

Strandferðslan boðar frá broytingum og avlýsingum á leið 60 og 61 mánadagin.

Vegna tekniskar umvælingar umborð á Teistanum, verða hesar broytingar og avlýsingar á leið 60 og 61, mánadagin 24/7.

 

Hesum boðar Strandferðslan frá á síni heimasíðu.

 

Leið 60 – Sandoyarleiðin:

 

Teistin siglir seinasta túr úr Skopun kl. 18:45.

Túrurin av Gomlurætt kl. 20:00 verður fluttur til kl. 19:15. Síðani siglir Teistin ikki meira fyri dagin.

Væntandi siglir Teistin aftur sambært ferðaætlan týsdagin 25/7.

 

Leið 101 koyrir úr Tórshavn kl. 18:55

Leið 600/601 koyrir úr Skopun til henda túrin.

 

Erla Kongsdóttir siglir eykatúrar:


av Gomlurætt kl. 22:00

úr Skopun kl. 22:30.


Erla Kongsdóttir tekur bert ferðafólk hesar túrar.

Leið 61 – Hestleiðin

 

Túrarnir hjá Erlu Kongsdóttir úr Hesti kl. 7:30 og av Gomlurætt kl. 7:45 vera ikki sigldir.

Ongin tilkalling verður til túrin hjá Teistanum úr Skopun kl. 18:45 yvir á Gomlurætt.

Ístaðin er tilkalling (á tlf. 293150 seinast 1 tíma undan fráferð) til eykatúrar við Erlu Kongsdóttir av Gomlurætt kl. 22:00 og úr Skopun kl. 22:30 inn á Gomlurætt.

Erla Kongsdóttir tekur bert ferðafólk hesar túrar, skrivar ssl.fo.