Bumbuhóttan móti Sisimiut Lufthavn

- Vit hava handtikið ein mann, sum skal avhoyrast og skuldsetast, segði vaktleiðarin hjá Grønlands Politi seinnapartin í gjár

Í gjár var ein bumbuhóttan móti Sisimiut Lufthavn, og avleiðingin var, at Grønlands Politi bað fólk fara úr flogvallarbygninginum.

 

Løgreglan sperraði eitt øki av í lufthavnini, og løgreglan handtók eisini ein mann. Seinni varð lufthavnin í Sisimiut latin uppaftur.

 

Tað var klokkan 12.55, lokala tíð í gjár, at boðini um bumbuhóttan komu úr lufthavnini, og Grønlands Politi um sín Facebook-vanga bað fólk fara úr lufthavnini.

 

- Vit hava handtikið ein mann, sum skal avhoyrast og skuldsetast, segði vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Aqqalu Petersen, seinnapartin í gjár.

 

Eftir at Sisimiut Lufthavn læt uppaftur, vildi løgreglan ikki greiða neyvari frá, hvat tað var, sum hendi í lufthavnini í gjár.

 

Hetta skrivar Sermitsiaq.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Sisimiut Lufthavn