Millum eigararnar hjá FC Andorra, ið spælir í næstbestu sponsku fótbóltsdeildini, Segunda División er FC Barcelona-legendan, Gerard Piqué. Miðverjin spældi við FC Barcelona, árini 2008-2022, har hann var við til at vinna nógvan heiður.
Tá FC Andorra í heimadysti í Segunda División tapti 0-1 fyri Albacete farna fríggjakvøld, rópti Gerard Piqué hóttandi ókvæmisorð eftir dómarunum.
Hetta fekk høvuðsdómarin, Alonso de Ena Wolf við í dystarfrágreiðingina, og skeivi atburðurin fær nú avleiðingar fyri gamla miðverjan hjá FC Barcelona.
Reuters skrivar, at spanska fótbóltssambandið hevur boðað frá, at Gerard Piqué er útistongdur frá at vera til staðar til teir komandi seks dystirnar hjá FC Andorra.
Forsetin í FC Andorra, Ferran Vilaseca sum hevði ein enn verri og hóttandi atburð enn Gerard Pigué er útistongdur í fýra mánaðir.
Ítróttarstjórin í felagnum, Jaume Nogues fær somu revsing sum Gerard Piqué.
FC Andorra liggur á einum 10. plássi í deildini við 55 stigum. Teir hava átta stig upp til sætta plássið, ið gevur rætt til at spæla um uppflyting. Tað eru bert fýra dystir og 12 stig eftir at spæla um, og tí sær ógvuliga svart út hjá FC Andorra at røkka sætta plássinum. Gerard Piqué verður ikki at síggja til nakran dyst hjá FC Andorra fyrrenn í komandi kappingarári.
Tvey tey fremstu liðini í Segunda División flyta upp í bestu deildina, meðan liðini á endastøðunum millum nummar trý og seks spæla dystir um uppflyting.











