Í hesum sambandi hava Gunnar Holm-Jacobsen, sendimaður og starvsfólk á Sendistovuni Føroya í Keypmannahavn, vitjað grøvina hjá Otto Jacobsen í Næstved, umframt minnismerkið, ið er fest á húsaveggin á staðnum, har Otto lat lív á so syndarligan hátt. Á báðum støðum vóru blómur lagdar.
Tað skrivar Sendistova Føroya í Keypmannahavn í dag:
Otto Jacobsen var sonur Marin og Hans Jacob Jacobsen, ella Hans Jacob í Smæruni, sum hann eisini varð nevndur. Tey høvdu matvøru- og slaktarahandilin Smæran í Havn.
Otto var í Danmark øll krígsárini, har hann hevði lært til slaktara. Undir krígnum gjørdist Otto partur av donsku mótstøðurørsluni.
Tá tveir týskir hermenn tann 7. mai 1945 komu inn í slaktarahandilin "Mandrup Christensen" í Ringstedgade í Næstved at keypa eitt pund av smøri, høvdu teir eingi rationeringsmerkir, sum teir skuldu brúka at keypa fyri. Tá teir kortini fóru avstað við smørinum, sendi slaktarin boð eftir hjálp.
Lesið eisini: Otto í Smæruni fall fyri týskari drápmannahond síða 1 og 2Lesið eisini: Otto í Smæruni fall fyri týskari drápmannahond síða 3 Otto og ein annar frælsisstríðsmaður, ið vóru staddir nærhendis, komu slaktaranum til hjálpar. Tá teir komu til handilin, vóru týsku hermenninir á veg út. Otto lat felaga sínum byrsuna hjá sær, og nærkaðist síðani óvápnaður týsku hermonnunum í eini roynd at loysa íkomnu støðuna á friðarligan hátt. Men uttan nakra ávaring skjeyt annar av týsku hermonnunum Otto í pannuna, sum doyði á staðnum. Danin, sum var saman við Otto, skeyt fá sekund aftaná týska drápsmannin í høvdið, og hann doyði eisini. Hin týskarin slapp til rýmingar, men bleiv seinni funnin og eisini skotin.
Otto varð bert 23 ára gamal, giftur og átti ársgamlan son.
PS: Sum eitt kuriosum kann verða lagt afturat, at langabbi sendimannin, Christian Holm Jacobsen, vanliga nevndur Christian Holm, var mammubeiggi Otto.
Lesið grein, sum Mathias Lassen skrivaði í Sosialinum um hesa hendiginga
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med8##


















