Burnham stillar upp at taka við eftir Starmer

Andy Burnham váttar nú, at hann stillar upp til at gerast nýggjur formaður í Labour-flokkinum og forsætisráðharri í Bretlandi eftir Keir Starmer.

Andy Burnham á veg til London í dag, eftir at Keir Starmer hevði boðað frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Labour og forsætisráðharri. Mynd: Temilade Adelaja/Reuters

Hetta skrivar Burnham í einum uppslagi á X, eftir at Starmer fyrr í dag boðaði frá, at hann leggur frá sær.

– Avgerð hansara er byrjanin upp á eitt nýtt tíðarskeið, og tað er týdningarmikið, at henda tilgongdin verður framd skipað og ábyrgdarfullt. Eg eri til reiðar at vera partur av henni, skrivar Burnham.

Hann takkar samstundis Starmer fyri arbeiðið, hann hevur gjørt sum leiðari fyri Labour.

Andy Burnham hevur seinastu árini verið borgarstjóri í Greater Manchester og hevur áður røkt fleiri ráðharrasessir í bretsku stjórnini.

Fyrrverandi heilsumálaráðharrin Wes Streeting hevur eisini boðað frá, at hann stuðlar Burnham. Streeting hevði áður boðað frá, at hann sjálvur fór at bjóða seg fram, men hevur nú skift støðu.

– Vit kunnu brúka summarið upp á at gera smáu ósemjurnar størri, ella vit kunnu fara í arbeiðshandskarnar og hjálpa Andy Burnham at skapa tær broytingar, sum landið hevur brúk fyri, skrivar Streeting á X.

Sambært Reuters skulu valevnini tryggja sær stuðul frá minst 20 prosentum av teimum 403 Labour-limunum í undirhúsinum. Tað svarar til 81 tinglimir, við valevninum sjálvum íroknað.

Harumframt krevst stuðul frá grótarrótini í flokkinum og frá fakfeløgum. Um fleiri enn eitt valevni lúka treytirnar, verður nýggi leiðarin valdur við atkvøðugreiðslu millum limirnar í Labour og tilknýttar felagsskapir.

Ætlanin er, at valevnini skulu vera endaliga staðfest í seinasta lagi 16. juli. Verður talan um stríðsval, skal nýggjur formaður og forsætisráðharri verða valdur í september.

 

Andy Burnham á veg til London í dag, eftir at Keir Starmer hevði boðað frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Labour og forsætisráðharri. Mynd: Temilade Adelaja/Reuters