Í dag, mánadagin 22. juni, verður Marie Hammer Johansen á Strondum 90 ár.
Borgarstjórin, Hans Anders Jacobsen, var á vitjan í morgun, og handaði føðingardagsbarninum eitt blómutyssi og eina heilsan frá kommununi.
- Føðingardagurin verður hildin heima hjá Marie saman við familjuni, vita tey í Sjóvar kommunu í dag at siga.
Sjóvar kommuna ynskir Marie Hammer Johansen hjartaliga tillukku við 90 ára føðingardegnum.
Vit kunnu leggja aftrat, at hetta er ikki fyrstu ferð, at tey í Sjóvar kommunu hava borið fólki, sum fylla 90, blómutyssi og heilsan á degnum.
##med2##












