HM: Landsliðsvenjarin hjá Kap Verde vil geva øðrum íblástur

Lítla oyggjalandið hevur yvirraskað øll

Mynd: Ritzau Scanpix

Fremsta avrikið - og bragdið - í HM endaspælinum higartil eru javnleikirnir hjá lítla oyggjalandinum, Kap Verde (Grønhøvdaoyggjar), 0-0 móti Spania og 2-2 móti Uruguay.

 

Í báðum dystinum vóru kapverdingarnir undirtippaðir, men stríddu seg til til eitt stig í báðum førum.

 

Í samrøðu við Reuters sigur landsliðsvenjarin hjá Kap Verde, Bubista, at teir við sínum avrikum í HM-endaspælinum vilja geva øðrum íblástur: - Tá ein fyrst er á vøllinum vera mangir lutir javnsettir. Óannsæð hvussu stórt mótstøðuliðið er á heimspallinum, so gerast mong landslið javnlíkar. Vit ynsktu at vísa tað, ikki bara í fótbólti, men eisini í øðrum viðurskiftum í lívinum. At tað ber til at røkka stórum málum, óannsæð hvussu stórar avbjóðingarnar eru, antin tær eru fíggjarligar ella av øðrum slagi. So leingi ein hevur ein dreym, og fer eftir honum. Sigur Bubista í samrøðu við Reuters. 

 

Leygardagin, klokkan eitt um náttina - føroyska tíð - vera seinastu dystirnir í innleiðandi HM-bólki H leiktir samstundis. Dystirnir eru Spania-Uruguay og Saudiarabia-Kap Verde. Vinnur Kap Verde hava teir tryggjað sær pláss í sekstandapartsfinalunum. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix