Í sambandi við at Klaksvíkar Tónlistarskúli hevur keypt eitt cembalo, verður konsert í Býráðshøllini fríggjakvøldið 11. juni kl. 20.00. Tær sum spæla eru Monika Stauss Joensen, violin og Helene Ringgenberg, cembalo. Á skránni eru verk av Bach, Rameau, Scarlatti og Wegmann.
Helene hevur verið fleiri ferðir í Føroyum, bæði í sambandi við kórkonsertir, har Willi Gohl hevur stjórnað og eisini hava hon og Monika havt fleiri konsertir í Føroyum og uttanlanda. Helene hevur funnið fram til hetta cembalo, sum nú kemur til Klaksvíkar Tónlistarskúla.
Leygardagin 12. juni kl. 16.00 verður ein "introduktion" í Ósáskúlanum, har Helene kemur at hava eina frágreiðing um ljóðførið og eisini spæla nøkur stutt verk.
Øll eru vælkomin til hesi bæði tiltøkini.