Í kvøld klokkan 19.45 byrjar fyrri dysturin millum KÍ og Atert Bissen úr Luksemborg í fyrsta undanumfarinum til Champions League.
Dysturin verður leiktur á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
Líkt er til, at góða úrslitini hjá KÍ í undanfarnu evropeisku dystunum hava sett seg hjá altjóða veddingarfyritøkum. Tí hjá teimum hevur KÍ eina greiða favorittstøðu.
Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 1,40 og 1,53.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,80 og 4,40.
Oddsini upp á útisigur til Atert Bissen liggja millum 5,75 og 7,00.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##













