Tað upplýsir United Kingdom Maritime Trade Operations (UKMTO), sum er maritima kunningarstøðin hjá bretska verjumálaráðnum, sambært Reuters og AFP.
Sambært UKMTO rakti prosjektilið bakborðsíðu á skipinum, meðan tað sigldi suðureftir, og tað elvdi til eldsbruna.
Enn er ógreitt, hvør stóð aftan fyri álopið.
Bretska kunningarstøðin mælir øllum skipum í økinum til at sigla varliga og boða frá øllum illgrunasomum virksemi.
Fráboðanin um álopið kom klokkan 23.19 føroyska tíð.
Hormuzsundið liggur millum Iran og Oman og er ein av týdningarmestu siglingarleiðunum í heiminum. Í vár varð sundið stongt fyri vanligari skipaferðslu orsakað av krígnum millum Iran, USA og Ísrael, men varð latið upp aftur eftir vápnahvíldaravtaluna millum Iran og USA í juni.
Kortini hava fleiri fráboðanir verið um álop á tangaskip í og nær siglingarleiðini seinastu vikurnar, og bæði Iran og USA hava skuldsett hvørt annað fyri at bróta vápnahvíldina.
Sambært amerikanska orkustovninum EIA fóru umleið 20 milliónir tunnur av ráolju um dagin gjøgnum Hormuzsundið í 2024. Tað svarar til umleið ein fimting av øllum útflutninginum av ráolju í heiminum.
/Ritzau/











