Danmark skal gerast betri til at finna og fylgja kavbátum í Arktis, siga verjumálaráðharrin Jeppe Bruus (til høgru) og verjusjefurin Michael Hyldgaard (til vinstru) í sambandi við keypið av tveimum maritimum eftirlitsflogførum. Myndin er tikin á einum tíðindafundi í juni. (Savnsmynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)

Danmark keypir tvey eftirlitsflogfør til Arktis

Danmark fer nú at keypa tvey maritim eftirlitsflogfør av slagnum P-8A Poseidon fyri at styrkja eftirlitið og verjuna í Arktis og Norðuratlantshavi.

Danmark skal gerast betri til at finna og fylgja kavbátum í Arktis, siga verjumálaráðharrin Jeppe Bruus (til høgru) og verjusjefurin Michael Hyldgaard (til vinstru) í sambandi við keypið av tveimum maritimum eftirlitsflogførum. Myndin er tikin á einum tíðindafundi í juni. (Savnsmynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)

Tað upplýsir danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, í tíðindaskrivi.

Sambært ráðharranum er endamálið at styrkja danska førleikan at verja fullveldið og hava eftirlit í økinum, samstundis sum Danmark livir upp til sínar skyldur í Nato.

– Vit skulu megna at verja allar partar av ríkisfelagsskapinum. Tað fevnir eisini um Arktis og Norðuratlantshavið. Samstundis hava vit eina skyldu mótvegis Nato at styrkja felags verjuna, serliga tá talan er um bardaga móti kavbátum, sigur Jeppe Bruus.

P-8A Poseidon eru framkomin flogfør, sum kunnu finna og fylgja fíggindaligum kavbátum og herskipum. Sambært danska Verjumálaráðnum fara tey at geva Føroyum, Grønlandi og Danmark munandi betri møguleikar at hava eftirlit við stóru havøkjunum í norðri.

Verjusjefurin, Michael Wiggers Hyldgaard, sigur, at nýggju flogførini fara at styrkja eftirlitið yvir langar fjarstøður og geva betri yvirlit yvir støðuna í økinum.

Fleiri Nato-lond nýta longu P-8A Poseidon, og tí kann samstarv við onnur sameind lond gerast partur av verkætlanini. Millum annað verður kannað, um londini kunnu hava felags flogstøð, venjing, viðlíkahald og rakstur.

Kelda: Ritzau.