U-21 liðið hjá Manchester City leikti í gjár venjingardyst í Kroatia, har felagið spældi móti U-21 liðnum hjá kroatiska, HNK Rijeka.
Mitt undir dystinum í gjár, valdi U-21 venjarin hjá Manchester City, Patrick Vieira, at taka liðið hjá sær av vøllinum, orsakað av niðrandi rasistiskari viðmerking. Tað var 19 ára gamli franski miðvallarin Seko Fofana, ið fekk niðrandi rasistisku viðmerkingina oman yvir seg.
Venjarin hjá besta liðnum hjá Manchester City, Manuel Pellegrini, stuðlar í dag uppundir avgerðini hjá Patrick Vieira, um at taka liðið hjá sær av vøllinum í gjár.
- - Eg skal erliga viðganga, at eg ikki kenni nógv til støðuna. Men eg stuðli Patrick Vieira í avgerðini, um hann metti tað sum tað rætta valið.
Vinnur Víkingur seg víðari móti Tromsø IL í annaðkvøld, hevur Víkingur møguleika fyri at møta besta liðnum hjá júst HNK Rijeka. Um Víkingur vinnur seg víðari í Europa League, skal Víkingur møta vinnaranum av HNK Rijeka úr Kroatia ella Ferencvaros úr Ungarn.