Clayton Soares prógvaði enn einaferð sítt virði fyri ÍF, tá hann á heimavølli í Fløtugerði í Fuglafirði skoraði sigursmálið móti grannunum úr Víkingi.
Dysturin endaði 2-1 til ÍF, eftir at Víkingar annars høvdu verið á odda í hálvleikinum.
Samanumtikið áttu liðini hvør sín hálvleik. Víkingar áttu fyrra, meðan fuglfirðingar áttu seinna hálvleik.
Tí var tað eisini uppiborið, tá Hjartvard Hansen miðskeiðis í fyrra hálvleiki við handara stólpa legði Víkingar á odda eftir flatt innlegg úr vinstru frá Finni Justinussen. Talan var tó samanumtikið um ein heldur linligan fyrra hálvleik við fáum málmøguleikum og hartil var spælið einki at reypa av.
Eftir ein heldur slakan fyrra hálvleik var tað tó ÍF, ið kom best frá byrjan í seinna hálvleiki.
Fyrst var tað Poul N. Mikkelsen, ið við høvdinum javnaði fyri ÍF eftir horna úr vinstru. Og bara løtu seinni legði vandamikli áleyparin hjá fuglfirðingum, Clayton Soares, ÍF á odda 2-1. Bóltin skallaði hann í netið, tá okkurt um eitt korter var farið av seinna hálvleiki. Hesa ferð var tað eftir innlegg úr høgru frá vongverjanum Leivi Joensen.
Hóast Víkingar royndu at trýsta fuglfirðingar, so var ÍF tó samanumtikið væl betra liðið í seinna hálvleiki.
Fleiri mál komu tó ikki, og ÍF vann grannadystin 2-1.
Við sigrinum kemur ÍF upp á 24 stig, meðan Víkingur verður standandi á 16 stigum.
Trý týðandi stig til fuglfirðingar, ið harvið gera sítt til at halda trýstið á oddaliðið HB.
HB, ið hevur 28 stig, spælir sunnudagin á útivølli móti 07 Vestur.
Líkindini til fótbólt vóru sera góð í Fuglafirði í kvøld.
ÍF-Víkingur 2-1 (0-1)
0-1: Hjartvard Hansen 11.
1-1: Poul Nolsøe Mikkelsen 56.
2-1: Clayton Soares 62.
Dómari: Eiler Rasmussen
ÍF: Jákup Mikkeslen - Leivur Joensen (Aleksandar Jovevic, 79.), Poul Nolsøe Mikkelsen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Hanus Thorleifsson (Jákup Johansen, 90.), Bogi Reinert Petersen, Øssur Dalbúð, Heri Nesá, Ari Ó. Ellingsgaard (Nenad Saric, 69.) - Clayton Soares
Gult kort: Ari Ó. Ellingsgaard, Leivur Joensen, Heri Nesá
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig - Hjartvard Hansen (Ingi Sørensen, 77.), Heðin Hansen, Hanus Jacobsen - Filip Djordjevic, Finnur Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu
Gult kort: Atli Gregersen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Dánjal Pauli Lervig