Color Run er í Vági í dag

Í dag verða tað tónleikur, rørsla og litir, sum seta sín dám á Vág, nú árliga Color Run verður hildið

 

- Í dag fara børn og ung at luttaka í Color Run, tá næmingar á Ítróttaháskúlanum, næmingar í Vágs skúla, Porkeris skúla og Sumbiar skúla fara at renna og ganga, meðan tónleikur spælir, og ymiskir litir verða kastaðir á tey.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at Color Run strekkir seg yvir hesi øki:

 

* Við Smátturnar

 

* Við Vatnið

 

* Vesturi í Bø

 

- Eisini skipar barnagarðurin Eikilund fyri Color Run, og hetta fer fram á útiøkinum kring barnagarðin.

 

Sagt verður, at Color Run í Eikilund byrjar klokkan 10, og Color Run fyri næmingarnar byrjar klokkan 11.

 

- Væntandi verður alt liðugt um 12-tíðina.

 

Í Vágs kommunu heita tey á bilførarar um at ansa eftir næmingunum.

 

- Vit ynskja bæði børnunum og teimum ungu eitt gott Color Run, verður lagt aftrat.