Tað sigur politiski talsmaðurin hjá Eindarlistanum, Pelle Dragsted, í sambandi við nýggja stjórnarsamstarvið í Danmark.
Sambært Pelle Dragsted verður skipanin fyrst galdandi fyri fyritíðarpensjónistar og fólk við varandi sjúkum. Síðani verður hon stigvíst víðkað, til øll fáa rætt til ókeypis tannlæknahjálp.
– Vit fara at gera tannlæknan ókeypis fyri allar danir, sigur Pelle Dragsted.
Hann vísir eisini á, at nýggja stjórnargrundarlagið fevnir um bíligari buss- og tokferðing og fleiri bústaðir, sum vanlig fólk hava ráð til.
Enn er ikki greitt, hvussu nógv skipanin fer at kosta ella hvussu hon skal fíggjast. Eldri útrokningar vísa tó, at ókeypis tannlæknahjálp til allar borgarar kann kosta millum átta og ellivu milliardir krónur um árið.
Nýggja danska stjórnin er skipað við Javnaðarflokkinum, SF, Modaratunum og Radikala Vinstra. Eindarlistin og Alternativið verða stuðulsflokkar hjá stjórnini.










