Landsverkætlanin “Finn øll, sum hava diabetes 2 í Føroyum”, fer at gera kanningar í Vestmanna hósdagin hin 4. juni.
- Øll, sum eru 40 ár og eldri, hava fingið eina innbjóðing í MínBoks um at luttaka í kanningini. Endamálið við kanningini er bæði at finna tey, ið hava diabetes 2 og hava ávegis diabetes.
Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at kanningin bæði er skjót og einføld.
- Við einum blóðdropa úr fingrinum verður langtíðarblóðsukrið mátað. Kanningin tekur umleið fimm minuttir, og luttakarin fær úrslitið av kanningini at vita á staðnum.
Sagt verður, at úrslitið kann verða: Á vanligum støði, ávegis diabetes ella geva ábending um diabetes 2.
Kanningarnar í Vestmanna verða í forhøllini í Ítróttahøllini hósdagin 4. juni frá klokkan 9-17.
- Tað krevst eingin tilmelding. Øll eru vælkomin, bæði borgarar í Vestmanna og í øðrum kommunum, siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at tað eru Steno Miðstøðin og Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum, sum standa fyri verkætlanini í samstarvi við Fróðskaparsetrið og Diabetesfelagið.










