Corfitz nú á iTunes og Spotify

Føroyski Heini Corfitz legði fyrr í ár nøkur løg á Youtube, og í dag eru trý tey fyrstu løgini hjá honum givin út til download og stroyming.

 

Føroyski Heini Corfitz legði fyrr í ár nøkur løg á Youtube, og í dag eru trý tey fyrstu løgini hjá honum givin út til download og stroyming á alnetinum.


Heini Corfitz sigur við in.fo:

-  so eru míni løg komin út á 400 miðlar á netinum í 120 londum

Talan er um fyrstu útgávuna hjá unga havnamaninnum undir egnum navni. Løgini eru Untying What’s Dividing, Systems Glue og What I Am.

Heini Corfitz er ivaleyst best kendur fyri sín leiklut sum gittarleikari í The Dreams, men summi minnast hann uttan iva úr unga punkbólkinum Paradox, har hann sang og spældi gittar.

Heini er harumframt gittarleikari í truckara rock bólkinum Raped in Reno og hevur sostatt gjørt vart við seg innan fyri rockin, men á fyrstu solo útgávuni er talan um poppkendan tónleik, ið hevur okkurt smávegis rokk element í sær, men fyrst og fremst má roknast sum poppur.