– Eg havi tosað við børnini hjá mær um ætlanina at halda føðingardagin, og vit eru kom til ta niðurstøðu, at okkara veitsluhald við umleið 100 gestum – teirra millum fleiri gomul – undir verandi umstøðum, og um vit skulu lurta eftir tilráðingum frá landspolitikarum og yvirlæknum, áttu at »avlýsa« veitsluhaldið 14. mars, sigur Heri Mohr, sum fyllir 95 ár 19. mars.
– Vit høvdu ikki dirvi at ganga ímóti ráðum og reglugerðum frá nevndu myndugleikum, sigur hann.
Heri Mohr sigur, at tey tessvegna vóru samd um at fráboða øllum teimum, ið ætlaðu at vitja nevnda dag, um at veitsluhaldið verður útsett í óvissa tíð, sigur hann.
Heri vaks upp fyrstu árini upp á Skansagarði úti á Reyni. Foreldur hansara vóru Amalia (f. Egholm) og Einar Mohr úr Havn. Tá hann var um tíggju ára aldur flutti húskið í nýggju húsini yviri við Strond – tað einasta húsið, sum var har um leiðir tá. Undir krígnum bleiv húsið tikið av eingilsmonnum, og búðu tey Undir Pisuvarða øll krígsárini.
Heri hevur arbeitt sum roknskaparmaður stóra partin av sínum lívi. Hann arbeiddi hjá hjá Thomas Dam, Wenzel Petersen og Leif Waagstein. Í 1957 byrjar hann at arbeiða á Føroya Gjaldstovu sum roknskaparleiðari, seinni bleiv hann fulltrúi. Í 30 ár arbeiddi Heri sum tænastumaður, og í 1987 gjørdist hann stjóri á Føroya Gjaldstovu. Hetta starv røkti hann til 1. november 1991.
Heri giftist við Maritu Pálsdóttir Hansen úr Gøtu í 1950. Tey fingu fimm børn: Sigrún, Biritu, Tordis, Maluna og Gunnar. Eisini eigur Heri dóttrina Lis umframt abba- og langabbabørn. Marita andaðist 2. apríl 2009, 84 ára gomul.
Heri fylgir væl við í tí sum hendir í føroyska samfelagnum. Ofta síggjast hansara beinraknu og ofta hvøssu viðmerkingar og í miðlunum.