Rigmor Dam
Vinnumálastýrið er nú komið við einum útspæli um framtíðar samferðslukervið í Føroyum. Vit prenta her ein samandrátt av ætlanum vinnumálastýrisins. Aðalorðaskiftið var um frágreiðingina í tinginum týsdagin og skuldi tað halda áfram í gjár, mikudagin. Hetta orðaskiftið fara vit at hoyra meira um komandi dagarnar.
Frágreiðing løgd fram
Á fíggjarlógini fyri 1998 játtaði Føroya Løgting pening til eina samferðsluverkætlan, og varð verkætlanarbólkur settur undir Vinnumálastýrinum. Limirnir í verkætlanarbólkinum vóru 10 mannfólk, nevnd niðanfyri.
Endamálið við verkætlanini var at geva landsstýrismanninum í samferðslumálum eitt grundarlag fyri at útbyggja almennu samferðsluskipaninar á ein slíkan hátt, at tær best møguligt kunnu nøkta tørvin hjá vinnulívi og borgarum landsins.
Úrslitið av verkætlanini var ein stór frágreiðing, sum fyrst og fremst er eitt tilmæli um, hvussu verkætlanarbólkurin metir, at samferðslukervið sum heild eigur at verða skipað, og støða verður í fyrstu syftu ikki tikin til smærri verkætlanir, sum t.d. einstakar vegbreiðkingar.
Í frágreiðingini verður dentur lagdur á, at lýsa hvørjar nýíløgur, ið eru neyðugar at fremja í skipaflotan hjá Strandfaraskipum Landsins, og kannað verður eisini hvørjar størri íløgur, ið eru skilagóðar at fremja í veganetinum komandi árini.
Cost-benefit kanningarnar
Í frágreiðingini verða kostnað-nyttu (cost-benefit) kanningar gjørdar av fimm týðandi verkætlanum, ið hava verið í uppskoti at fremja, og sum fara at broyta fortreytirnar fyri samferðslu, verða tær framdar. Umframt hetta er gjørd ein lýsing av farleiðunum hjá Strandfaraskipum Landsins, har kannað verður, hvar størsti tørvurin er á
nýíløgum.
Tær fimm verkætlanirnar, har kostnað-nyttu kanningar eru gjørdar, eru hesar:
Ferðasambandið um Vestmannasund
Ferðasambandið um Leirvíksfjørð
Tunnil Millum fjarða-Kambsdal
Vegastrekkið Øravík-Hov
Suðuroyarleiðin
Úrslitini tala fyri seg
Úrslitið av kanningunum er, at verkætlanin at gera fast samband um Vestmannasund og verkætlanin at gera tunnil millum Kambsdal og Millum fjarða, geva eitt samfelagsbúskaparligt íkast, meðan verkætlanin at fremja fast samband um Leirvíksfjørð er samfelagsbúskaparligt neutral. Kortini mælir arbeiðsbólkurin til, at tunnil um Leirvíksfjørð verður bygdur, við atliti til tilbúgving, fiskaframleiðslu og mentunarlív.
Viðvíkjandi, um tað loysir seg at leggja ferðslu til Suðuroynna um Sandoynna, benda úrslitini greitt á, at verandi skipan, har Smyril røkir farleiðina beinleiðis millum høvuðsstaðarøkið og Suðuroynna, loysir seg best samfelagsbúskaparliga.
Øravík-Hov tunnil
Vegastrekkið Øravík-Hov verður eisini kostnað-nyttu kannað, og her vísir tað seg, at hvørki verkætlanin at
umbyggja verandi veg ella verkætlanin at gera tunnil loysa seg samfelagsbúskaparliga.
Arbeiðsbólkurin sigur tó, at um tað hóast alt verður neyðugt at fremja aðra av verkætlanunum (t.d. av trygdarorsøkum) vísa úrslitini, at ein tunnilsloysn kann loysa seg betri enn umbygging av verandi vegi. Ein tunnil loysir seg betri, um samlaði íløgukostnaðurin verður o.u. 100 mió. kr. ella minni. Um íløgukostnaðurin av tunlinum verður mettur at verða omanfyri 100 mió. kr., loysir tað seg betri at umbyggja verandi veg. Men enn er ov tíðliga at siga nakað avgjørt um, hvussu íløgukostnaðurin av einum tunli væntandi verður, tí jarðfrøðisligu kanningarnar eru ikki lidnar
enn.
Útskiftingar
í flotanum
Lýsingin hjá arbeiðsbólkinum av farleiðunum hjá Strandfaraskipum Landsins varð gjørd við tí endamáli, at vísa á tørvin fyri átroðkandi útskiftingum í flotanum.
Lýsingin vísti á, at umframt nýggja skipið, sum verður bygt til Sandoyarleiðina, er serligur tørvur á at fáa nýtt skip til Suðuroyarleiðina umframt Fugloyar ? Svínoyarleiðina. Másin, ið er nýliga umvældur, kann so fyribils setast í sigling á Kallsoyarleiðini, har 70 ára gamli Barsskor enn røkir siglingina. Harumframt sigur frágreiðingin, at tørvur er á einum nýggjum avloysaraskipi, tí tey verandi eru bæði gomul og illa hóskandi til at røkja flutningsuppgávurnar á flestu farleiðum í dag.
Sostatt mælir verkætlanarbólkurin til, at fylgjandi íløgur verða framdar í samferðslukervið komandi árini:
Nýíløgur í vegakervið:
1. Fast samband um Vestmannasund
2. Tunnil Millum fjarða ? Kambsdal
3. Fast samband um Leirvíksfjørð
Nýíløgur í skipaflotan hjá Strandfaraskipum Landsins:
1.Nýtt Suðuroyarskip
2.Nýtt skip at røkja siglingina til Fugloyar og Svínoyar
3.Nýtt avloysaraskip
Harafturat krevur nýggja Sandoyarferjan broytingar/ábøtur av ferjulegunum/havnunum í Skopun, Gomlu Rætt og í Hesti, og atløguviðurskiftini í Suðuroynni eiga eisini at verða viðgjørd.
Eingi áramál sett á
Verkætlanarbólkurin hevur valt ikki at seta eitt ítøkiligt árstal á, nær einstøku ætlanirnar eiga at verða framdar. Hesin spurningur er í stóran mun treytaður av fíggjarorkuni hjá landskassanum, og búskaparligu
gongdini í samfelagnum sum heild.
Ein ætlan í senn
Verkætlanarbólkurin mælir tó til, at raðfest verður millum einstakar verkætlanir enn yvir tíð.
Við hesum meinast við, at um íløgukarmurin er lítil, so heldur royna at avmarka talið av verkætlanum, enn at byrja nógvar ymiskar verkætlanir, sum draga út í nógv ár. Sostatt eigur heldur at verða arbeiðtt við einari verkætlan í senn, ið tekur 5 ár at fremja, enn at arbeiða við tveimum verkætlanum í senn, sum so noyðast at koyra við lágum blussi í 10 ár.
Skjótari einstakar verkætlanir verða framdar, skjótari fáa borgararnir ágóðan av almennu íløgunum, og harvið sparir landið eisini rentuútreiðslur, í mun til støðuna har arbeitt verður spakuligari við fleiri verkætlanum í senn.
Eisini minnir arbeiðsbólkurin á, at tað kann koma upp á tal, at fremja aðrar verkætlanir komandi árini enn tær, ið eru nevndar her. Henda frágreiðing viðger bert íløgur, ið hava týðandi avleiðingar fyri skipanina av føroyska samferðslukervinum. Ætlanin er tó í framtíðini eisini at lýsa avleiðingarnar av at fremja smærri íløgur.
Í verkætlanarbólkinum vóru hesi umboð: Fyri Vinnumálastýrið: Hákun Niclasen, deildarleiðari á samskiftisdeildini og Sigmundur Isfeld, fyrrv. fulltrúi á samskiftisdeildini. Fyri Landsverkfrøðingsstovnin: Henning Jacobsen, fyrrv. Landsverkfrøðingur; Hans Biskopstø, stjóri á Landsverkfrøðingsstovninum; Signar Heinesen, deildarleiðari á havnadeildini og Finnleif Durhuus, deildarleiðari á vegaumsitingini. Umboðini fyri Strandfaraskip Landsins: Reidar Nónfjall, stjóri; Magnus Magnussen, tekniskur leiðari; Helgi Nielsen, roknskaparleiðari og Heri Joensen, fólkaflutningsleiðari.