Country og dygd í hásæti umborð á Norrønu

Enn eru nøkur pláss eftir til countrytúrin við Norrønu og sum heild er skipið somikið stórt, at pláss eru á øllum farleiðum, hóast føroyingar nú eru farnir at bíleggja í góðari tíð. Countrytúrurin hesaferð satsar uppá dygd og rættiligt cowboyhuglag, siga samskipararnir

Longu nú eru bíleggingarnar sum heild frammanfyri árið í fjør, ið var mettár, verður sagt á Smyril-Line.

- Men skipið er stórt, og nøkur pláss eru eftir á øllum farleiðum, eisini Danmarkarleiðini, ið er mest umbiðin. Men føroyingar eru farnir at bíleggja í góðari tíð, so kanska tey seinastu ikki fáa júst tað, ið tey biða um, men hetta merkir ikki, at pláss ikki eru eftir, sigur Jákup Sverri Kass á Smyril-Line.

 

Væl umtóktur countrytúrur

Norrøna ger aftur í ár vælumtókta countrytúrin, men hesaferð eru broytingar gjørdar, so at dygdin er í hásæti.

- Nú eru bert góð nøvn á skránni. Vit hava áður havt nógv nøvn á lepanum, men í ár valdu vit at satsa uppá dygd og at velja út. Vit hava eitt høvuðsnavn og so nøkur góð føroysk nøvn afturat, Umframt verður skipað fyri tiltøkum umborð, so sum line-dansi og kareokee kapping. Túrurin er betri skipaður og fólk fáa eina skrá, tá tey koma umborð, sigur Jákup Sverri Kass.

 

Bjøro Håland

Høvuðsnavn á tí, ið fyrireikararnir kalla best fyriskipaða countrytúrin nakrantíð, er norska countrystjørnan Bjøro Håland, ið føroyingar kenna væl.

Harafturat fara Karl Martin Samuelsn og Eyðun Nolsøe (hann úr Hjarnum, blðm.) at framføra tónleik hjá The Eagles og Magni Christiansen framførir tónleik hjá Allan Jackson. Driv og Countrybólkurin úr Klaksvík syrgja fyri dansitónleiki langt út á náttina. Tað verður Áshild Kjærbo, ið skipar fyri line-dansi og line-dans undirvísing umborð á Norrønu í døgunum 25. til 27. juni.

 

Fleiri havnir

Norrøna fer úr Havnini 25. juni og siglt verður bæði til Bergens og via Scrabster.

- Hóast tey fyrstu bíløgdu longu í januar, so eru enn nakrir ferðaseðlar eftir til countrytúrin.

Tað stuttliga er, at tey útlendsku ferðafólkini eisini seta dám á túrin. Men sjálvssagt seta føroysku gestirnir dám á og fleiri vitja aftur ár eftir ár á countrytúrinum. Og stuttligt at at merkja sær, at hetta eru fólk úr øllum Føroyum og hetta er alt slag av fólki – høg sum lág. Alt countryfjepparar, sigur Jákup Sverri Kass frá Smyril-Line.

Serliga fegnast hann um, at countryfjeppararnir eru fólk, ið veruliga duga at hugna sær og sum eru sámulig.

- Og vit fara eisini at skapa countryhuglag umborð, tí umframt tónleikin og line-dansin og annað, so verður til dømis texas-steak at fáa, siga tey á Smyril-Line, har tey eru spent uppá countrytúrin, ið nú er strammaður upp, so dygdin er í hásæti.

 

Norsk countrystjørna í heimsflokki

Tá Norrøna fer countrytúr, so er Bjøro Håland høvuðsnavn, umframt at fleiri góð føroysk nøvn luttaka. Bjøro Håland er kendur og virdur innan countrytónleikin.

 

Bjøro Håland er sera kent og virt navn innan countrytónleikin. Hann er høvuðsnavn á ársins countrytúri hjá Norrønu og við sær hevur Bjøro Håland 3 tónleikarar úr Nashville.

Hann er føddur í 1943 á bóndagarði í Noreg, ið nevndist Håland. Har vuksu hann og fimm systkin upp. Sum 5 ára gamal stóð hann fyrstuferð á palli og 17 ára gamal flutti hann til USA, har hann arbeiddi sum timburmaður og sang á ølstovum. Hann hitti konu sína Liv í Brooklyn og tey fluttu til Noregs í 1966. Saman eiga tey tvey børn. Fyrsta plátuinnspælingin hjá Bjøro Håland var í 1970.

Bjøro Håland skal í juni eisini spæla til sonevndu heystveitsluna í North Dakota í USA og har koma hvørt ár eini 60.000 vitjandi.

Umframt, at hann gjørdist stórt navn í Noreg í sjeyti- og áttatiárunum, so fekk hann eisini beinini innum í USA. Orsøkin til undanvindin í USA meta amerikonksu tónleikararnir hansara vera, at Bjøro er millum seinastu “smørsangararnar” innan country. Tey, ið vuksu upp við Jim Reeves og Frank Sinatra, dáma væl, at tað enn eru fólk sum Bjøro, ið hava djúpa og orkumikla rødd.

Bjøri Håland hevur givið 18 útgávur út, ið eru seldar í yvir 4 milliónir eintøkum.

 

Heimligar stjørnur

Umframt høvuðsnavnið Bjøro Håland, so eru eisini heimligar stjørnur við á countrytúrinum hjá Smyril-Line við Norrønu.

Karl Martin Samuelsen hevur fingið spælifelagan úr Hjarnum, Eyðun Nolsøe, við sær og saman fara teir at framføra tónleik hjá Eagles. Karl Martin heur verið við síðani sjeytiárini og hevur sum sangari verið við til at seta dám á føroyskan tónleik øll hesi árini. Hann er óivað ein hin mest umbidni, tá tað snýr seg um at leggja røddir til útgávur, og hann hevur verið við á óteljandi útgávum. Kendastur er hann óivað sum sangari í bólkinum Hjarnar og frá samstarvinum við Jóhannus á Rógvu Joensen í bólkinum Joka, ið m.a. hevur eina frálíka útgávu av Eagles-lagnum Peaceful easy Feeling.

Eyðun Nolsøe (ikki hann í Frændum, blðm.) er kendur sum bassleikari í Hjarnum og sum dugnaligur guitarleikari.

Magni Christiansen er kendur sum countrytónleikari og sangari. Hann hevur, hóast hann enn er ungur, mong ár á baki innan tónlekin. Seinnu árini hevur hann sligið navn sítt fast innan gospel og country. Á countrytúrinum spælir Magni løg hjá Allan Jackson.

Driv og Countrybólkurin fara at syrgja fyri dansitónleiknum umborð á Norrønu og gestirnir fáa høvi til sjálvi at royna seg í sangkappingum og undirvísing verður í line-dansi, sigur Njál Reinert, samskipari.

 

 

 

 

Fakta

Bjøro Håland: Útgávur

 

 

 

· Mine Salmer (2004)

· Blue Sky (2000)

· All The Best (1995)

· The Door To My Heart (1995)

· Nashville - Here We Go Again (1990)

· Rett Fra Hjertet (1989)

· By Request (1988)

· Bjøro Håland '87 (1987)

· Bjøros Beste (1986)

· Just For You (1984)

· Min Stetson Og Gitar (1984)

· On Tour (1983)

· Mitt Julealbum (1983)

· Bjøro Håland (1982)

· My Nashville Album (1981)

· To My Friends (1980)