Nú er greitt hvørjir skulu døma FM finalurnar í hondbólti, sum byrja mikudagin. Hjá monnunum eru H71 og VÍF í finaluni, meðan tað hjá kvinnunum eru Neistan og Kyndil, sum eru í finaluni.
Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus døma kvinnufinaluna mikukvøldið, meðan Eyðun Samuelsen og Thomas Juul S. Thomsen døma mansfinaluna, sum er í Vestmanna.
Síðani døma Arnar Dam og Gert Å. Hansen mansfinaluna leygardagin í Hoyvík, meðan Hannis Wardum og Heri Petersen døma seinnu kvinnufinaluna, sum eins og tann fyrra er í høllini á Hálsi.
Rás2 sigur beinleiðis frá øllum finalunum.
Mikudagin 20.04.16:
18.30 Kyndil – Neistin (kvinnur)
Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus
20.00 VÍF – H71 (menn)
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas Juul S. Thomsen
Leygardagin 23.04.16:
15.00 Neistin – Kyndil (kvinnur)
Dómarar: Hannis Wardum og Heri Petersen
18.00 H71 – VÍF (menn)
Dómarar: Arnar Dam og Gert Å. Hansen