Ódámlig viðferð!

Niels Pauli Danielsen

Hans Eiler Hammer
í Klakksvík,
hin 17. septembur 2002

Undirritaðu sóknarprestar í Klakksvík loyva sær hervið at harmast ta ljótu og sera ósømiligu viðferð, sum bæði løgtingskvinna, granskingarráðsformaður og ikki minst bløðini, Dimmalætting og Sosialurin, í oddagreinum sínum geva einum av sóknarbørnum okkara.
Anne-Lena Midjord Olofson, lektari, hevur einki annað gjørt enn at sagt ja til eina áheitan um at vera skotin upp sum limur í vísindaligu siðsemisnevndini. Hon er væl lærd, hevur drúgvar royndir og dugir sera væl at arbeiða við siðsemiligum spurningum, sum nógv dømi eru um, og duga vit satt at siga ikki at koma í hug um nakran, sum skuldi verið betur skikkað enn hon til nevndararbeiðið í eini vísindaligari siðsemisnevnd.
Lagt verður eftir Onnu-Lenu fyri trúarlív hennara. Hon gongur regluliga í kirkju her hjá okkum og til altars, men verður hon í oddagrein í Dimmalætting (13.09.02) nærmast skírd »non grata«, t.e. ikki ynsktur persónur í fólkakirkjuni saman við manni sínum, og í oddagrein í Sosialinum (13.09.02) beinleiðis søgd at vera uttan fyri fólkakirkjuna.
Vit øtast, hvussu løgtingsfólk, bløð og almenn umboð fara við henni og hinum og spyrja, hvat ið hetta er fyri nakað. Hvat er hetta fyri samfelag, vit byggja. Og hvat er tað fyri ein kirkja, tit hugsa um??? Skal tað koma so langt, at fólk, sum kannska ikki síggjast í kirkjuni annað enn til Ólavsvøkuguðstænastuna og aðrar hátíðir, fara at jagstra og blaka tey út úr fólkakirkjuni, sum hava eitt guðslív og koma har regluliga, bæði í kirkju og til altars?
Heldur átti t.d. Dimmalætting at kravt av sínum oddagreinskrivarum, at hesi vita um tað, sum tey halda seg til at skriva um, sum t.d. oddagreinskrivarin 05.09.02, ið skrivar, at bygging og varðveiting av kirkjugørðum eigur ikki at vera ein uppgáva hjá kirkjuliðnum einsamalt. Tað er rætt, at kirkjugarðarnir í Danmørk hoyra undir fólkakirkjuna, men í Føroyum hoyrir bygging og varðveiting av kirkjugørðum undir kommununa á staðnum, sum ber allar útreiðslurnar. Hetta kundi oddagreinskrivarin fingið at vita, um hann ella hon frammanundan spurdi seg fyri um tað, ætlanin var at skriva um.