Dagurin eitur Kyndilsmessa

Í dag er kyndilsmessa, 2. februar. Dagurin er upprunaliga ein mariumessa og varð hildin til minnis um vitjan Mariu í halgidóminum 40 dagar eftir føðingina, sum siður var hjá jødiskum konum.

 

Henni til minnis og barninum til heiðurs vórðu kertur og kyndlar tendraði, og av tí kemur navnið missa candelarum.

 

Navnið candela merkir vaksljós.

 

Victor Danielsen doyði hendan dagin í 1961.