28. september. Venseslaus, deyður í 935. Sonur hertogan Vratislav í Bøhmerlandi.
Av øvund læt heidni bróðirin Boleslav hann myrða. Gjørdist verndarhalgimenni hjá Bøhmen og er jarðaður í Sankta Vensils Kapelli í Vituskirkjuni í Prag, sum er bygd oman á toftunum av tí rotundu, hann sjálvur læt byggja.
Føroyska navnið er Vensil. Hammersheimbættin kemur úr Bøhmerlandi, og Vensil próstur skrivaði navn sítt Venceslaus Ulricus Hammersheimb (1819-1909).
Navnið er slaviskt og merkir hin heiðurkrýndi.
Av hendingum, sum knýt seg til henda dagin kunnu nevnast:
1745: »God Sve The King« verður sungin á fyrsta sinni nakrantíð. Tað verður gjørt á Drury Lane Theatre í London fyuri at vísa mótstøðu móti »the Young Pretender, Bonnie Prince Charlie«
1885: Simon Mars og Tom Spencer lata upp fyrsta handilin
1991: Stovnarin av danska Framburðsflokkinum, Mogens Glistrup, verður eksluderaður úr flokkinum á landsfundi.
1994: Estiska ferjan, Estonia, søkkur á leiðini millum Tallinn og Stockholm. 852 fólk drukna og 137 verða bjargað.
Fødd hendan dagin:
1934: Brigitte Bardot, franskur sjónleikari
1969: Anders W. Bertelsen, danskur sjónleikari
Deyð hendan dagin:
1675: Lucas Debes doyði hendan dagin í 1675, 52 ára gamal. Hann var føddur í stubbekøbing í Danmark og doyði í Havn hednan dagin. Hann var prestur og topografur.
1978: Johaes Páll pávi 1. Føddur í 1912.
1962: Knud Kristensen, fyrrverandi forsætisráðharri í Danmark.
1989: Ferdinand Marcos, forsætisráðharri og einaræðisharri á Filippinunum frá 1972 - 1989. Føddur í 1917.
1991: Miles Davis, jazztónleikari, føddur í 1926.