Dani Alves er dømdur fyri neyðtøku móti eini kvinnu á einum diskoteki í Barcelona í 2022. Hann skal inn at sita í fýra og eitt hálvt ár. Hartil skal hann rinda áleið 1,1 millióni krónur til kvinnuna, skrivar Reuters.
BBC skrivar, at Dani Alves fleiri ferðir hevur broytt sína søgu um hvat hendi 31. januar 2022, meðan ákærin hevur onnur prógv enn bara útsøgnina hjá kvinnuni. Dani Alves segði fyrst, at hann einki kendi til kvinnuna, síðani at hann hevði møtt henni og í triðju versiónin vátta hann at tey høvdu verið saman, men segði at tað var við samtykki.
40 ára gamli Dani Alves er ein av mest vinnandi fótbóltsspælarunum í søguni. Hann var partur av FC Barcelona liðnum, sum við Lionel Messi á odda vann alt, ið vinnast kundi – fleiri ferðir. Hann hevur eisin spælt við feløgum sum Sevilla, Juventus og Paris Saint Germain.
Brasilski høgri bakkurin, sum eisini náddi at spæla 126 landsdystir fyri landsliðið, hevur verið varhaldsfongslaður síðani januar 2023.