Í Danmark eru stjórnin og fakfeløgini komin ásamt um at strika tveir halgidagar sum frídagar. Tað er greitt, at Dýri Biðidagur er annar, og sum er bendir alt á, at 2. Hvítusunnudagur verður hin. Tað skrivar Børsen.
Tað er kortini ikki nóg mikið, at stjórnin og fakfeløgini semjast um at strika halgidagar, tí ein tílík avgerð skal hava meiriluta í Fólkatinginum.
Verður broytingin samtykt, fer hon at hava við sær, at tey tímaløntu fáa tveir arbeiðsdagar afturat um árið við løn, men hjá teimum fastløntu verður talan um tveir dagar afturat, men uttan meiri løn.
Tað er ikki greitt, hvat teir donsku arbeiðsgevararnir siga um semjuna.