Danir vilja hava evruna ístaðin fyri krónuna

57 prosent av donsku veljarunum taka undir við, at evran verður sett í gildi sum danskt gjaldoyra

Ein meiningakanning, sum danska blaðið Børsen almannakunngjørdi í gjár, vísir, at 57 prosent av teimum spurdu dønunum taka undir við, at evran verður sett í gildi sum gjaldoyra ístaðin fyri krónuna.
Kanningin vísir samstundis, at bara 35 prosent eru ímóti, og so lítil hevur mótstøðan ongantíð verið, síðani danir á fólkaatkvøðu tann 28. september í 2000 søgdu nei til at seta evruna í gildi. Átta prosent ivast í, hvat tey høvdu svarað.
Eisini avdúkar kanningin, at mong av teimum, sum fyri hálvum øðrum ári síðani vóru serliga hart ímóti felags gjaldoyranum, hava broytt støðu. Talan er um tey lágløntu, kvinnurnar og pensjonistarnar.
Danska stjórnin hevur ikki viljað sagt nakað um, nær spurningurin um evruna aftur verður lagdur fyri fólkið. Bæði núverandi stjórnin og tann undanfarna hjá Poul Nyrup Rasmussen hava alla tíðina sagt, at málið verður ikki lagt fyri fólkið aftur, fyrr enn vissa er fingin fyri, at svarið verður ja.
Fyrrverandi uttanríkis-ráðharrin, Niels Helveg Petersen, segði við Børsen í gjár, at eftir hansara tykki eigur stjórnin at skipa fyri fólkaatkvøðuni næsta ár. Hann heldur, at evran hevur víst seg at rigga væl, og at danir sambært kanningini fegnir vilja taka lut í felags gjaldoyranum.