Vit hava longu sum er, ríkiligt av heimildum til at nokta Sea Shepherd at koma til Føroya. Men tær heimildirnar verða bara ikki brúktar, tí at danir vilja ikki brúka tær. Tað sigur Janus Rein, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
Løgtingið viðgjørdi í gjár eitt uppskot frá Tjóðveldi um at banna Sea Shepherd í Føroyum. Janus Rein vísir á, at tað ber illa til at seta uppskotið hjá Tjóðveldi í verk, tí tað ber ikki til hjá løgregluni at revsa nakran fyri nakað, tey siga at tey ætla at gera. - Løgreglan kann ikki taka meg fyri tí um eg sigi, at nú fari eg at koyra alt ov skjótt. Løgreglan kann ikki taka nakran, fyrrenn brotsverkið er framt, leggur hann afturat.
Men Janus Rein sigur, at kortini ber tað væl til at forða Sea Shepherd at koma til Føroya, men tað skal gerast við útlendingalógini í hondini. Hann vísir á, at í útlendingalógini stendur, at ”Udlændinge skal have arbejdstilladelse på Færøerne for at tage lønnet eller ulønnet beskæftigelse ….. Tað stendur eisini, at tað útlendingar skulu hava arbeiðsloyvi fyri at veita eina lønta, ella ólønta tænastu í Føroyum.
Tað stendur somuleiðis, at ”en udlænding …. kan afvises ved indrejsen på Færøerne fra et land, der ikke er tilsluttet Schengenkonventionen …. hvis der … er grund til at antage, at den pågældende vil tage ophold eller arbejde på Færøerne uden fornøden tilladelse.
Harafturat stendur í útlendingalógini, at fólk kunnu vísast burtur, ”Hvis andre hensyn til Færøernes … offentlige orden, forhold til fremmede magter eller sikkerheds- eller sundhedsmæssige grunde tilsiger, at udlændingen ikke bør have ophold på Færøerne”
Janus Rein heldur, at eingin ivi er um, at Sea Shepherd fólkini eru ikki her sum vanlig ferðafólk. - Tey eru við tí endamáli at veita Sea Shepherd eina tænastu. Tey ganga vakt eftir vaktarskipan og tey útinna virki fyri Sea Shepherd. So løgfrøðiliga er nógv sum talar fyri, at tey kunnu vísast av landinum, ella enntá verða forðað í at koma til Føroyar yvirhøvur.
Sostatt eru heimildirnar til staðar at vísa teimum av landinum, ella enntá at forða teimum í at koma til Føroya yvirhøvur. Men tingmaðurin fyri Fólkaflokkin hevur eisini eina meining um, hví hesar heimildirnar ikki vera brúktar. - Tað eru danir, sum umsita útlendingalógina. Samstundis roynir Sea Shepherd alla tíðina at draga danir upp í stríðið ímóti grindadrápi. Og fara danir at vísa Sea Shepherd av landinum, ella nokta teimum at koma higar, verður tað danska stjórnin, sum situr eftir við apuni. Og tað vil danska stjórnin ikki. - Danska samfelagið er er eitt rættarsamfelag og tí skilji eg fyri so vítt, at danir ikki vilja leggja seg út í hesi viðurskifti. - Tí hevði tað rætta verið at vit yvirtóku útlendingalógina, tí so hevði tað verið lætt hjá donsku stjórnini at vaska sær um hendurnar. Tað hevði verið tað besta fyri allar partar, eisini fyri ríkisfelagfsskapin. - Tá hevði eisini borið til hjá okkum at havt okkara egnu tulkingar av orðingunum í lógini, sigur Janus Rein.
|