Drápið hendi við Folkeparken í Roskilde fríggjadagin, tá miðnámsskúlanæmingar úr býnum vóru savnaðir at hátíðarhalda skúlabyrjanina.
Ein 16 ára gamal næmingur á Himmelev Gymnasium varð stungin við knívi. Hann varð flogin á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, men lív hansara stóð ikki til at bjarga.
Løgreglan hevur kannað gerningsstaðið og leitað eftir slóðum. Leygardagin vóru blómur lagdar bæði nærindis staðnum, har drápið fór fram, og aðrastaðni í økinum.
Á Himmelev Gymnasium er flaggið í hálvari stong. Skúlin hevur boðað frá, at bæði næmingum og starvsfólkum verður boðin kreppuhjálp.
Midt- og Vestsjællands Politi hevur handtikið ein annan 16 ára gamlan drong í málinum. Sambært løgregluni høvdu teir báðir eina ósemju, áðrenn teir hittust til tiltakið í Folkeparken.
Handtikni 16 ára gamli verður klokkan 12 í dag førdur fyri rættin í Roskilde. Hann er skuldsettur fyri manndráp.
Tað er ikki upplýst, hvussu hann tekur støðu til skuldsetingina.
/Ritzau/











