Á tíðindafundi eftir dystin váttaði 53 ára gamli spaniólin, at talan var um hansara seinasta dyst sum venjari hjá Portugal.
– Ja, hetta var mín seinasti dystur sum landsliðsvenjari. Eg eri errin av tíðini, eg havi havt við liðnum. Eg havi stjórnað Portugal í 45 dystum og havi kent meg væl móttiknan og møttan við stórari virðing og kærleika, segði Martinez.
Hann tók við starvinum í 2023, og sáttmálin var galdandi fram til endan av hesum heimsmeistaraskapinum.
Sambært Martinez er tíðin nú komin til, at ein nýggj rødd tekur yvir.
– Hetta er endin á einari tíð, og tað gevur góða meining, segði hann.
Undir HM varð funnist at Martinez fyri framvegis at brúka 41 ára gamla Cristiano Ronaldo í álopinum. Hann vardi tó avgerðina og segði, at tað gav onga meining at taka heimsins mest skorandi spælara út, tá tørvur var á málum.
Eftir tapið váttaði Ronaldo eisini, at hetta var hansara seinasta HM-endaspæl.
– Ja, hetta var mítt seinasta HM. Hvat nú skal henda, má eg hugsa um. Nú fari eg at vera saman við familjuni og taki ongar avgerðir, meðan kenslurnar eru so sterkar, segði Ronaldo.
/ritzau/











