Mette Frederiksen forsætisráðfrú og stjórnarleiðarin í Grønlandi, Jens-Frederik Nielsen, skriva undir avtaluna í forsætismálaráðnum. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Danmark og Grønland undirskriva avtalu 1,6 mia kr til menning

Danmark skal fíggja byggingina av nýggjari flogbreyt í Eysturgrønlandi og djúphavn í Suðurgrønlandi upp á stutta tíð.

Mette Frederiksen forsætisráðfrú og stjórnarleiðarin í Grønlandi, Jens-Frederik Nielsen, skriva undir avtaluna í forsætismálaráðnum. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Mette Frederiksen forsætisráðfrú og grønlendski forsætisráðharrin, Jens-Frederik Nielsen, skrivaðu týsdagin undir eina avtalu, sum skal styrkja vælferðina og búskaparmenningina í Grønlandi.

Tað boðar forsætismálaráðið frá í tíðindaskrivi.

Danska stjórnin hevur í sínum uppskoti til fíggjarlógina fyri 2026 játtað ein samlaðan fíggjarkarm á 1,6 milliardir krónur til íløgur og átøk í Grønlandi. Upphæddin er sett av fyri tíðarskeiðið 2026-2029.

- Vit hava eina felags ambitión um, at avtalan kemur øllum í Grønlandi til góðar. Saman styrkja vit heilsuverkið og gera íløgur í undirstøðukervið, sum betur knýtir landið saman, sigur Mette Frederiksen í fráboðanini.

Uppá stutt sikt merkir avtalan, at Danmark skal fíggja byggingina av nýggjari flogbreyt í Ittoqqortoormiit í Eysturgrønlandi. Harumframt fíggjar Danmark eina nýggja djúphavn í Qaqortoq í Suðurgrønlandi.

Semja er eisini um, at Danmark rindar útreiðslurnar, sum Grønland hevur av viðgerðini av grønlendskum sjúklingum á donskum sjúkrahúsum.

Hetta verður frá 1. januar 2026.

Ávísa modellið fyri, hvussu grønlendskir sjúklingar verða vístir til viðgerð í Danmark, er ikki komið uppá pláss enn. Ætlanin verður gjørd av ávikavist donsku og grønlendsku ráðharrunum á økinum.

Tað er ikki greitt, nær djúphavnin í Suðurgrønlandi og flogbreytin í Eysturgrønlandi verða gjørdar.

Sambært Jens-Frederik Nielsen fer avtalan, í longdini, eisini at viðgera avbjóðingar á bústaðarøkinum í Grønlandi.

- Hendan avtalan er ætlað at stuðla einum sjálvberandi Grønlandi við millum annað langtíðaríløgum. Og tað týdningarmesta er, at henda avtalan kemur borgarunum í okkara landi til góðar.

- Avbjóðingarnar á millum annað heilsu- og bústaðarøkjunum eru ovurstórar. Og hesin rammusáttmálin fer at stuðla ynski okkara um menning á hesum og fleiri øðrum økjum, sigur Jens-Frederik Nielsen í fráboðanini.

Avtalan krevur eisini, at Danmark skal kanna aðrar møguleikar fyri at stuðla íløgum í undirstøðukervið í Grønlandi, virkismenning og orkuveitingartrygd.

 

/Ritzau/

 

 

 

Mette Frederiksen forsætisráðfrú og stjórnarleiðarin í Grønlandi, Jens-Frederik Nielsen, skriva undir avtaluna í forsætismálaráðnum. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix