- Virkið Heyst hevur undanfarin ár verið í viku 39, men í ár verður Virkið Heyst í viku 41, sum er í døgunum 6. oktober til 12. oktober. Tvey onnur tiltøk verða knýtt í Virkið Heyst í hesum umfari. Talan er um Fjølmentanarvikuna og Heystglóð.
Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.
- Hesa vikuna í oktober verður býurin karmur um størri og smærri tiltøk, sum eitt nú skulu eggja borgarum at vera virkin saman og hugbundin.
Vist verður á, at fjølmentanarvikan í høvuðsheitum er eitt átak, sum hevur til endamáls at viðurkenna, fevna og fagna teimum ymisku mentanunum, sum eru í Føroyum.
- Tí fara fleiri tiltøk eisini at bera brá av hesum.
Í Klaksvíkar kommunu vísa tey á, at leygardagin hin 12. oktober verður Heystglóð, og tá er tað handilsvinnan, sum veruliga fer at spíla seg út við nógvum spennandi átøkum.
- Hugskot til skránna eru vælkomin, tí eitt av endamálunum við Virkið Heyst er nevnliga at sjónliggera tiltøk og átøk, sum longu eru á skrá hjá áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum.
Eisini verður latið upp fyri hugskotum frá borgarum, um ynski er at samstarva við kommununa um eitt hvørt, sum stuðlar hesum endamáli.
- Á henda hátt fær kommunan bæði verið við til at varpa ljós á tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi, men eisini møguleika at menna nýggj og spennandi tilboð saman við borgarum, vinnuni og áhugafelagsskapum.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at um fólk hava hugskot um møgulig tiltøk, sum ynski er at fáa við í skránna, skal boðast boðast frá í seinasta lagi mikudagin 30. september 2025.
Um heimasíðuna hjá kommununi kann fráboðast um eina leinkju við heitinum Virkið Heyst 2025.