Í morgin kemur hennara hátign Margretha Drotning á almenna vitjan í Føroyum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini, sum alment byrjar mánadagin í Suðuroy.
– Tað eru seks ár síðan, at danska Kongshúsið seinast vitjaði í Føroyum, so vit gleða okkum til í komandi viku. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kann Margretha Drotning gleða seg til nakrar spennandi dagar, sigur Aksel. V. Johannesen, løgmaður.
Á ferðini í Føroyum hesaferð vitjar Margretha Drotning á Tvøroyri, Hovi, Hvalba, Sandvík, Tórshavn og á Sandi.
Margretha Drotning fer av landinum aftur hósdagin 16. juni.
Skráin fyri vitjanina sæst VIÐ AT TRÝSTA HER