HM: Føroyar leggja fyri móti Algeria

Føroyar spæla innleiðandi HM-dystirnar 14. til 18. januar

Føroyar endaðu í innleiðandi HM-bólki F, har mótstøðuliðini eru Portugal, Póllandi og Algeria.

 

Føroyar spæla innleiðandi HM-dystirnar í GETEC Arena í Magdeburg, ið hevur pláss fyri 8.071 áskoðarum.

 

Føroyar spæla 14. januar móti Algeria, 16. januar móti Póllandi og 18. januar móti Portugal.

 

Enn eru klokkutíðirnar ikki ásettar.

 

4. november spæla Føroyar EM-undankappingardyst móti Kosovo í høllini við Tjarnir, og 7. november spæla okkara EM-undankappingardyst á útivølli móti Montenegro.

 

Fyrst í januar fara Føroyar at spæla venjingardystir undan HM-endaspælinum. Enn er tó ikki navn sett á mótstøðuliðið.