Tað skrivar TV 2.
Skotski umhvørvisstovnurin Sepa hevur tikið aftur mótmælið móti verkætlanini, sum áður bygdi á ótta fyri, at økið kundi verða rakt av yvirflóð.
– Vit taka aftur okkara mótmæli móti ætlanini, tí vit meta, at langtíðarvandin fyri yvirflóð er nøktandi mettur, skrivar Sepa í einum brævi til skotsku kommununa Highland Council, sambært TV 2.
Anders Holch Povlsen keypti í 2024 vertshúsið Dores Inn gjøgnum skotska felagið WildLand.
Vertshúsið, sum liggur við sunnaru strondina av Loch Ness, er umleið 200 ára gamalt og eitt kent eyðkenni í økinum. Í 1967 vitjaðu Elizabeth drotning og prinsur Philip staðið.
Ætlanin er at umvæla bygningin og samstundis gera bakarí, kafé, handil, almenn wc og betri parkering, skrivar BBC.
Málið verður eftir ætlan viðgjørt í næstu viku hjá Highland Council, sum sambært heimasíðuni hjá myndugleikanum verður mælt til at góðkenna verkætlanina.
Sambært Børsen eigur Anders Holch Povlsen meira enn eitt prosent av Skotlandi og er størsti privati jarðareigarin í landinum. Hann eigur enntá meira land enn bretska kongshúsið.
Gjøgnum WildLand arbeiðir hann við einari 200 ára ætlan um at endurreisa náttúruna í skotska hálandinum.











