Uefa hóttir við at boykotta HM í stríði við Fifa

Evropeiska fótbóltssambandið, Uefa, er til reiðar at boykotta HM-endaspælið, um Fifa heldur fast við umstríddu ætlanina um at stovna eitt handilsligt felag kring sínar kappingar.

Uefa er til reiðar at boykotta HM, um Fifa heldur fram við ætlanini um at lata uttanhýsis íleggjarar fáa eigarapartar í nýggjum handilsligum felagi. (Savnsmynd)

Tað boðar Uefa frá í einum tíðindaskrivi.

 

Avgerðin kemur, eftir at Uefa hósdagin hevði talgildan fund við limalondini um uppskotið hjá Fifa. Danska Fótbóltssambandið.

 

Sambært Uefa taka øll limalondini undir við linjuni hjá evropeiska sambandinum.

 

Størsta ónøgdin snýr seg um ætlanina hjá Fifa at lata uttanhýsis íleggjarar keypa partar í nýggja felagnum, Fifa Forward Enterprise (FFE), sum skal reka alt handilsligt virksemið kring kappingarnar hjá Fifa.

 

Uefa hevur verið fremsta mótmælandi røddin, síðani ætlanin varð løgd fram fyrr í vikuni.

 

Fifa hevur hildið fast við, at vinningurin av søluni av einum minniluta av eigarapartunum verður settur beinleiðis aftur í altjóða fótbólt.

 

Sambært Fifa fara limalond, sum taka undir við verkætlanini, eisini at fáa møguleika at fáa eyka fígging frá heimsfótbóltssambandinum.

 

Málið hevur skapt stórt kjak í altjóða fótbólti, og Uefa hevur nú gjørt greitt, at sambandið er sinnað at taka ógvuslig stig, um ætlanin verður framd.

 

Uefa er til reiðar at boykotta HM, um Fifa heldur fram við ætlanini um at lata uttanhýsis íleggjarar fáa eigarapartar í nýggjum handilsligum felagi. (Savnsmynd)