Heini avloysir Heðin

Ein broyting er á liðnum hjá HB, tá ið sammett verður við liðið, sum tapti 2-0 í Motherwell

 

Nú klokkan 18 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har HB í UEFA Conference League hevur vitjan av skotska Motherwell.

 

Í Skotlandi vann Motherwell 2-0, og hóast talan er um stórt tak, so rokna teir í HB við, at tað kann fara at bera til at vinna samantalt.

 

-Um vit skora fyrst, so hava vit møguleika, tí tá verður munurin bara eitt mál, og so kann tað fara báðar vegir, sigur Teitur Matras Gestsson. Fyrrverandi landsliðsmálverjin er nú hjálparvenjari hjá Lukasz Cieslewicz í HB, og hann er í kvøld eisini á dómaraseðlinum sum annar av eykamálverjunum. Hin er Tróndur Sjúrðarson.

 

Teitur Matras Gestsson vónar, at HB í kvøld fer at fáa stuðulin frá áskoðarunum, sum er so neyðugur, um tað skal eydnast at vinna.

 

Sammett við liðið, sum í síðstu viku tapti 2-0 í Skotlandi, er ein broyting gjørd á HB liðnum. Tað er Heini Sørensen, sum er nýggjur millum teir fyrstu ellivu. Hann avloysir Heðin Hansen, sum í kvøld er á beinkinum.

 

HB – Motherwell: Joonas Jaanovits Estland kl. 18.00

 

 

 

##med2##