Danskur tyrluskipari deyður í vanlukku í Grikkalandi

Ein danskur tyrluskipari og ein grikskur samskipari lótu lív, tá tvær tyrlur stoyttu saman undir sløkkingararbeiði.

Ein sjúkrabilur er á veg til staðið nærindis Psatha, har tvær tyrlur stoyttu saman undir arbeiðinum at sløkkja ein náttúrubrand. Ein danskur flogari og ein grikskur samskipari lótu lív. Mynd: Orestis Panagiotou/Ritzau Scanpix.

Ein danskur tyrluskipari var annar teirra, sum lótu lív, tá tvær tyrlur í dag stoyttu saman undir arbeiðinum at basa náttúrubrøðum í Grikkalandi.

Tað skrivar grikski forsætisráðharrin, Kyriakos Mitsotakis, í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.

Hin deyði var ein grikskur samskipari, sambært forsætisráðharranum.

Vanlukkan hendi nærindis Psatha í sunnara parti av Grikkalandi, har tyrlurnar luttóku í sløkkingararbeiðinum móti einum náttúrubrandi.

Ritzau hevur spurt danska Uttanríkisráðið, um tað kann vátta, at danski flogarin er deyður.

Grikkaland er í hesum døgum hart rakt av náttúrueldum. Eldar hava herjað bæði á meginlandinum og á fleiri av griksku oyggjunum, millum annað Lesbos og Kreta.

Á Kreta hava tríggir sløkkiliðsmenn eisini latið lív í royndunum at basa eldunum.