Sands kommuna hevur í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at gera gøtur ella timburleiðir við Mølheyggjarnar.
Tað sigur Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri á Sandi, við Kringvarpið.
Málið kom fram, eftir at leiðarin í Visit Sandoy, Michal Antony Charles Johannessen, í Degi og Viku vísti á eina hugsan um at gera eina timburgøtu við Mølheyggjarnar.
Borgarstjórin leggur dent á, at talan bert er um eitt hugskot frá Visit Sandoy, og at hvørki bygdarráðið hevur viðgjørt tað ella tikið støðu til tað.
Mølheyggjarnir eru friðaðir sambært náttúrufriðingarlógini, og tí krevst loyvi frá viðkomandi myndugleikum, eitt nú Yvirfriðingarnevndini, áðrenn nakað kann gerast í økinum.
Sambært borgarstjóranum hevur Umhvørvisstovan verið í sambandi við kommununa um møguleikan at avmarka ferðsluna á fløttinum norðan fyri Mølheyggjarnar. Á góðveðursdøgum parkera nógv fólk har, tá tey fara oman á sandin.
Kristian Oskar Henriksen heldur tó ikki, at vanlig bilferðsla er ein stórur trupulleiki.
– Vit vilja verja vøkru náttúruna, men fólk mugu eisini sleppa at njóta hana, sigur hann við Kringvarpið.
Hann vísir á, at størri ampi er av stórum akførum, sum stundum koyra oman fram við Mølheyggjunum og út á sandin.
Borgarstjórin sigur, at málið um ferðsluna við Mølheyggjarnar verður tikið upp við bygdarráðið, tá summarfrítíðin er av.











