Fuglurin Føniks var upp á spæl á Svangaskarði

Orkuríkir toftamenn reistu seg, eftir at vágaliðið í meiri enn ein tíma var greitt omaná

Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð á Svangaskarði í kvøld. Máltalvan vísir 2-1 til heimaliðið, og tað er einki at siga til, at tað er stórur fagnaður í B68 leguni, og at tað í 07 Vestur leguni er øgiligt vónbrot.

 

B68 sigurin ber við sær, at toftamenn við 15 stigum nú eru røttu megin strikuna, og at 07 Vestur við 13 stigum er aftast, og at Skála ÍF við 14 stigum er næstaftast.

 

At hýrurin í 07 Vestur leguni er vánaligur er lætt at skilja. Casper G. Hansen legði sjey minuttir undan steðginum gestirnar á odda. Álopið var í høgru, og uppleggið átti miðverjin Jónas Prior. Nú eiga vágamenn at iðra seg illa um, at teir ikki megnaðu at skora fleiri enn eitt mál, tí í ein tíma og meiri enn so vóru teir greitt omaná og vunnu seg í fleiri góðar støður og eisini til málmøguleikar, tá ið teir á heimaliðnum ikki vóru neyvir í uppspælinum á egnari hálvu.

 

At tað ikki eydnaðist 07 Vestur at økja um leiðsluna komst eisini av, at Tórður Thomsen var stinnur millum B68 stólparnar. Arbeiðstreytirnar hjá honum vóru ikki góðar, tí miðverjarnir vóru so lítið sannførandi.

 

Undir hvíldini var tað mest sum jarðarferðarhýrur millum heimaáskoðararnar. Frá fyrsta bríksli eftir steðgin kendist tað sum um, at viljin og hugburðurin hjá teimum á heimaliðnum vóru frægari, og B68 vann seg til fleiri hornaspørk, uttan at tað eydnaðist at skora.

 

At Fríði í Túni Petersen og Jovan Coronjic vórðu skiftir inn á heimaliðið setti futt í. Tað sá út til, at heimamenninir vóru orkuríkari, og tá ið Jovan Coronjic fimm minuttir undan leikloki javnaði til 1-1, var spurningurin, um tað fór at eydnast heimaliðnum at skora sigursmálið.

 

Klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið B68 skoraði 2-1 sigursmálið. Heimaliðið vann fríspark dygst frammi við baklinjuna og ein fót frá brotsteigarstrikuni. Franski álopsspælarin Loick Jean Henri Lespinasse smekkaði til, og hóast tað var nógv fólk frammanfyri málið, so streyk bólturin millum allar og í málið.

 

Tá ið tap var í hendi, sá tað út til, at hetta var úrslit, sum av álvara var við til at draga B68 nærri niðurflytingini, og í meiri enn ein tíma avrikaði 07 Vestur sum lið, ið ikki eigur at vera kandidatur at flyta niður. So koppaði alt á høvdið, og tað verður vorðin sum hýrur og hugburður, tá ið teir á Svangaskarði hittast at venja í morgin. Hjá Tór-Ingar Akselsen snýr tað seg um at sannføra sínar menn um, at teir í næstan 70 minuttir í dag avrikaðu sum tað er liðið í bestu deildini verdugt.

 

Fríggjadagin fær 07 Vestur vitjan av EB/Streymi, og B68 fer sunnudagin at spæla á útivølli ímóti Víkingi.