Dávur Winther óvæntaðan heiður

Á Sjómannadagnum í Klaksvík varð skipað fyri kapping, sum varð kallað "Føroya besti skipskokkur". Góð fólk sum Gutti Winther, Johanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk vóru dómarar.

 

Dávur Winther gekk framvið við myndatólinum og varð róptur upp, tí tað manglaði ein maður í, soleiðis at kappingin kundi byrja.

 

Stig vórðu givin fyri fastleika, smakk, útsjónd, framførslu og arbeiðslag.

Endaliga úrslitið gjørdist: 1. Petur Jacob Langaard, 65 stig (av 100 møguligum), 2. Ivan Isaksen, 60 stig og 3. Dávur Winther, 48 stig - og 4. Tommy Jacobsen, 30 stig.

 

Eingin uppskrift varð givin í kappingini. Alt varð gjørt av handahógvi.

So, hóast talan er um eitt triðja pláss hjá Dáva, er tað ikki so lítil heiður at fáa, bert tí at eingin annar helt seg til. 

 

Um Dávur Winther ikki var bestur, var hann kvikastur og varð soleiðis fyrst liðugur við sínar frikadellur.

 

in.fo kann til stuttleikar leggja aftrat, at Dávur Winther í 1972 var kokkur við Draganum á snelluveiði undir Íslandi.


So, heilt óroyndur skipskokkur er hann tó ikki.