DBU-forseti: Álitið á Infantino er horvið

Formaðurin í Danska Fótbóltssambandinum, DBU, Jesper Møller, er samdur við Evropeiska Fótbóltssambandinum, Uefa, í, at álitið á Fifa-forsetan Gianni Infantino er horvið.

Formaðurin í DBU, Jesper Møller, sigur, at álitið á Fifa-forsetan Gianni Infantino er horvið, hóast hann hevur lagt umstríddu Fifa-ætlanina á hillina. (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

Tað sigur Jesper Møller við heimasíðuna hjá DBU.

Hóast Infantino í nátt tók aftur umstríddu ætlanina um at selja partar av kappingunum hjá Fifa til privatar íleggjarar, hevur tað ikki fingið álitið aftur.

– Eg eri púra samdur í, at álitið á Fifa-forsetan er horvið. Tí kann eg heldur ikki taka undir við honum, eins og vit heldur ikki gjørdu í 2023. Nú skal ein tilgongd setast í gongd, soleiðis sum Uefa eisini skrivar, og hana fara vit at stuðla. Vit fara at umrøða málið í nevndini hjá DBU, á norðurlendskum stigi og í Uefa, sigur Jesper Møller.

Hann fegnast kortini um, at Fifa hevur slept ætlanini.

– Eg eri sjálvsagt fegin um, at Fifa-forsetin hevur valt at taka uppskotið um Fifa Forward Enterprise aftur. Tað er tann rætta avgerðin – og júst sum væntað, sigur hann.

Sambært Jesper Møller stóð altjóða fótbóltur við einari avgerandi vegamótum, har nøkur av kjarnuvirðunum í ítróttinum vóru undir trýsti.

– Tá talan er um kjarnuvirðini í fótbólti, er neyðugt at reagera skjótt og greitt. Tí er tað eisini jaligt, at lurtað varð eftir teimum mongu stúringunum hjá Uefa, DBU, øðrum limasambondum og hinum heimsálvusambondunum.

– Saman hava vit víst, at evropeiskur fótbóltur stendur sterkastur, tá vit tala við einari rødd um tey grundleggjandi virðini, sum ítrótturin byggir á.

 

Formaðurin í DBU, Jesper Møller, sigur, at álitið á Fifa-forsetan Gianni Infantino er horvið, hóast hann hevur lagt umstríddu Fifa-ætlanina á hillina. (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)