Vladimir Putin: Gagnligur og neyðugur fundur

- Russland vil hava ræðið yvir Donbas - antin hernaðarliga ella á annan hátt, sigur Vladimir Putin við tíðndastovuna, Ria

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur, at fundurin við serliga sendimannin hjá USA, Steve Witkoff, fyrr í hesi vikuni var sera "gagnligur" og "neyðugur".

 

Sambært russisku tíðindastovuni Ria fóru partarnir gjøgnum punktini í uppskotinum hjá USA til eina friðarætlan fyri Ukraina.

 

Vladimir Putin sigur, at tað er ein trupul uppgáva at loysa spurningin um kríggið í Ukraina, og at tað eru fleiri punkt i uppskotinum, sum Russland ikki tekur undir við.

 

Russiski forsetin endurtekur kravið um at fáa fult ræðið yvir ukrainsku Donbas-regiónini. Hetta hevur landið ikki megnað í krígnum higartil.

 

- Russland vil hava ræðið yvir Donbas - antin hernaðarliga ella á annan hátt, sigur Vladimir Putin við tíðndastovuna, Ria.