Tingfólk kunnu ikki tosa eins leingi í dag, tá Løgtingið fer undir 3. viðgerð av málinum um fría fosturtøku, sum tey gjørdu mánadagin við 2. viðgerð.
Tá tók orðaskiftið næstan 8 tímar. Til aðru viðgerð kunnu tingfólk tosa í tilsamans 7 tímar og 54 minuttir.
Við 2. viðgerð av lógaruppskotum hava uppskotsstillari og framsøgufólk hjá øllum flokkum 10 minuttir talutíð fyrstu ferð. Aðru ferð 7 minuttir og triðju ferð 5 minuttir.
Hini tingfólkini hava 5 minuttir fyrstu ferð, 3 minuttir aðru ferð og 2 minuttir triðju ferð.
Við 3. viðgerð hava uppskotsstillari og framsøgufólk 5 minuttur fyrru ferð og 3 minuttir aðruferð. Tey fáa bara orðið tvær ferðir í part.
Hini hava 3 minuttir talutíð eina ferð við 3. viðgerð.
Men afturat øllum hesum, so fáa tingfólk høvi til viðmerkingar úr tingsalinum hvørja ferð, onkur hevur havt orðið. Tað kann leingja munandi um orðaskiftið.
Men greitt er, at orðaskiftið um fosturtøkulógina í dag ikki verður líka drúgt, sum tað var mánadagin við 2. viðgerð. Men tað kann saktans taka nakrar tímar fyri tað.
Vanliga er lítið ella einki orðaskifti við 3. viðgerðir í Løgtinginum.










