Demensvinarliga samfelagið

Í Føroyum liva eini 1000 fólk okkurt slag av demensi, og eini 4000 fólk eru avvarðandi hjá demensraktum.

 

Ein gerandisdagur við demensi er ein kompliseraður og krevjandi gerandisdagur. Demenssjúkur eru ein hørð og brutal prosess. At enda er sjúkan so álvarsom, at demensrakta menniskjað er fullkomiliga prísgivið og bundið at avvarðandi og góðum tilboðum, bæði dag, kvøld og nátt.

 

Demens er eisini sjúkan hjá avvarðandi. Hjálparleys eru tey vitni til, at teirra elskaðu hvørva. Hetta er kensluliga svárt og útlúgvandi, og bíðisorgin er stór. Hetta er hart, og nógvar svárar støður skulu loysast.

 

Økið er vitanartungt og komplekst og krevur servitan um sjúkuna.

 

Vit skulu gera meira fyri at gera Føroyar til eitt demensvinarligt samfelag.

 

Tann stóra demensætlanin Goymd men ikki gloymd frá 2015 skal endurskoðast, og ein nýggj ætlan fyri demensøkið fyri alt landið skal gerast. 

 

Demensøkið setir eisini høg krøv til røktarstarvsfólk á eldraøkinum. Relatiónsarbeiði sum heild setir høg krøv til starvsfólk á eldraøkinum, og umsorganarmøði og strongd kunnu gera, at tey brenna út. At starvast við demensraktum er serliga krevjandi. Og her er tað viktugt at skapa góðar arbeiðsumstøður, við fakligum inputti og við styttri arbeiðsviku. Eisini skulu vera betri umstøður enn í dag til at taka útbúgving og eftirútbúgving.

 

Vælferðartøkni skal vera ein sjálvsagdur partur av arbeiðinum á ellis- og røktarheimum. Hetta krevur broytingar í lóg um tvingsil.

 

Samsýningin at ansa eldri og óhjálpnum heima, skal hækkast. Hon er í dag undir 11 túsund krónur um mánaðin og er ikki hækkað í nógv ár.

 

Støðið skal takast í menniskjanum, heldur enn í sjúkuni, og røktin skal leggjast til rættis út frá sjónarhorninum hjá demensrakta menniskjanum.

 

Eg vil eisini frameftir arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá demensraktum og teirra avvarðandi.

 

Kristianna Winther Poulsen, valevni til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin