Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge vardi málið hjá Strømsgodset, ið hevði vitjan av botnliðnum, Lyn Oslo í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Dysturin á Marienlyst leikvøllinum endaði við javnleiki 1-1, ið var eitt vónbrot fyri Strømsgodset, ið hevði nógv fleiri málmøguleikar enn útiliðið.
Fredrik Ardraa fekk Strømsgodset á sigurskós í 63. minutti, tá hann hegnisliga rundaði málverjan hjá Lyn, og legði heimaliðið á odda 1-0. 11 minuttir seinni hevði Mattias fyrst eina framúr bjarging, men bólturin fór út Andreas Hellum sum í aðru atløgu fekk beint bóltin í netið til 1-1, ið gjørdist úrslitið av dystinum.
Strømsgodset er nummar trý í deildini við 29 stigum. Haugesund er fremst við 31 stigum, og Kongsvinger er nummar tvey við 30 stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Strømsgodset-Lyn 1-1 (0-0):
##med2##











