Kærudómstólur steðgar Trump í at herða reglurnar um brævatkvøður

Ein samveldiskærudómstólur í amerikanska býnum Boston hevur í dag havnað royndini hjá Trump-stjórnini at herða reglurnar fyri brævatkvøður í 23 amerikonskum statum.

Ein samveldiskærudómstólur hevur staðfest, at týðandi partar av royndini hjá Donald Trump at herða reglurnar við brævatkvøðum eru í stríð við grundlógina.

Tað skrivar Reuters.

 

Harvið staðfestir appeldómstólurin eina avgerð frá einum lægri dómstóli 25. juni, har ein dómari kom fram til, at týðandi partar av forsetaboðunum hjá Donald Trump eru í stríð við amerikonsku grundlógina.

 

Trump-stjórnin hevur roynt at avmarka møguleikan at atkvøða við posti undan miðvalsvalinum, sum verður hildið í november.

 

Málið kann tó enda í amerikanska Hægstarætti, um Trump-stjórnin velur at kæra avgerðina. Tað verður í so fall Hægstirættur, sum tekur støðu til, um málið skal viðgerast.

 

Donald Trump hevur fleiri ferðir sett spurnartekin við álitið á skipanina við brævatkvøðum og hevur gjørt hana til eitt afturvendandi evni í amerikonskum valstríði.

 

Ein samveldiskærudómstólur hevur staðfest, at týðandi partar av royndini hjá Donald Trump at herða reglurnar við brævatkvøðum eru í stríð við grundlógina.